Arbeiðið um nýggja tilbúgvingarstøð boðið út

Arbeiðið at byggja eina nýggja tilbúgvingarstøð í Eysturkommunu er boðið út til innbodnar arbeiðstakarar. Lisitatión verður 5. desember, og eftir ætlan skal arbeiðið byrja eftir ársskiftið og vera liðugt í komandi ári.

Nýggja støðin verður á gomlu ferjuleguni í Leirvík, omanfyri nýggja virkisbygningin hjá El-Teknik. Hon verður áleið 600 fermetrar til støddar.

Tørvurin á tilbúgvingarstøð er stórur, staðfestir Sørin S. Djurhuus, tilbúgvingarleiðari í Eysturkommunu. Sløkkiliðið leigar seg í løtuni inn í hølir í Leirvík, og útgerð hjá sløkkiliðinum er á goymslu ymsastaðni í kommununi.

Nýggja tilbúgvingarstøðin gevur sløkkiliðinum munandi betri umstøður at arbeiða undir, og samlar alla tilbúgvingarútgerð á einum stað. Samstundis kann nýggi bygningurin brúkast sum ein miðstøð, tá tilbúgvingin verður sett í gongd og sløkkiliðið verður kallað út.

Search by