Alvi ársins Norðstjørna

Ungi gøtumaðurin, Alvi Joensen, vann 1. virðisløn til stóra finaludagin í tónleikakappingini Stella Polaris, sum var í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið 21. februar.


Alvi er 24 ára gamal, er úr Norðragøtu og býr í Malmø, har hann lesur á tónlistarskúlanum. Í grundgevingini siga dómararnir at Alvi hevur djúpt innlit í tónleik og er ein sonn stjørna.

Høllin var fullsett, og áhoyrararnir fingu eina ríka tónleikauppliving. Av teimum upprunaligu fjøruti luttakarunum, høvdu seks ungir tónleikarar kvalifiserað seg til finaluna. 
Hesir vóru Kristina Thede Johansen (saxofon), Birita Poulsen (sang), Rúni Hentze (trompet), Alvi Joensen (gittar), Marta Torkilsdóttir Johannesen (floyta) og Dávur Birgisson (gittar).


Dómsnevndina var mannað av Mist Thorkelsdóttir, forkvinnu, Katrine Gislinge fyri tónleikagreinina í breiðari merking, Bernhard Wilkinson fyri Føroya Symfoniorkestur, Martin Mouritsen fyri Tórshavnar Musikkskúla og Leif Hansen fyri áhoyrararnar.

Aftaná drúgva viðgerð kom dómsnevndin fram til, hvussu virðislønirnar skuldu latast.
Vinningurin er kr. 20.000,-


2. virðisløn varð latin Biritu Poulsen av Sandi og 3. virðisløn varð latin Kristinu Thede Johansen úr Havn.

Tónleikakappingin Stella Polaris verður aftur á vári 2017.


(Mynd: Norðurlandahúsið)
Search by