Frá 31. juli til 5. august 2025 hevur Leirvík verið vertur fyri altjóða skótaleguna Brekkulegan. Umleið 500 skótar úr 16 londum luttóku, og hetta er 42 ár síðani, at legan varð hildin fyri fyrstu ferð.
Halbjørg Mørch Christiansen, sum er ein av samskiparunum sigur, at legan sum heild gekk sera væl, hóast eitt kvøld við nógvum regni gav óvæntaðar avbjóðingar:
– Tað gekk sera væl. Vit kunnu sjálvandi ikki garantera veðrið í Føroyum. Eitt kvøld regnaði illa, og tí at vit ikki høvdu fingið røttu tjøldini úr Danmark í tíð, máttu eini 80–100 fólk flyta í ítróttarhøllina á Kambsdali til næsta morgun, sigur hon.
Hon leggur afturat, at stuðulin frá bæði Eysturkommunu og lokalum borgarum hevur verið sera góður:
– Leirvíkingar hava verið fantastiskir at hjálpa upp á allar mátar, og vit eru sera takksom. Hevði tað ikki verið fyri Eysturkommunu, so hevði søgan verið ein heilt onnur! Kommunan hevur veitt hjálp við øllum frá vatni og el til WC-vognar og bygningar. Vit eru enormt takksom.
Brekkulegan gav Leirvík lív og rørslu í summar, og samstarvið millum skótar og lokalsamfelag vísti, hvussu stórt virði felagsskapur og hjálpsemi hava.
Niðanfyri eru myndir frá Halbjørg og Brekkulegan 2025