Almannaverkið skipar fyri ítróttardegi í Leirvík

Mikudagin 14. juni skipar Almannaverkið fyri enn einum ítróttardegi í Leirvík. Hetta er eitt afturvendandi tiltak á hvørjum ári, sum er ætlað fólki, ið hava sálarligar og sosialar avbjóðingar í tí dagliga. Her fáa tey høvið at luttaka í line-dansi, kappingum í fótbólti og boccia, kondi-bingo og einum stórum borðhaldi við góðum undirhaldi og felagssangi.

Eitt annað og størri endamál við ítróttardegnum er, at øll hesi fáa ein møguleika at hitta hvønn annan til prát, felags upplivingar og hugnaliga samveru við hini.

Stórur áhugi

Áhugin fyri tiltakinum plagar at vera stórur, og soleiðis verður eisini nú mikudagin. Líkt er til, at talið av luttakarum helst verður omanfyri 160 henda dagin.

Árligi ítróttardagurin, sum dregur luttakarar úr øllum landinum til sín, byrjar kl. 9:30 við morgunmati, og endar um 3-tíðina, tá hvør fer til sítt. Millum luttakararnar á degnum verða landsstýriskvinnan í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen og stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen.

Tað er sum nevnt Almannaverkið, ið skipar fyri tiltakinum, væl stuðlað av Eysturkommunu og Klaksvíkar kommunu. Í fjør var ítróttardagurin hildin í Vágum.

Search by