Allo sýning aftur útseld

Í kvøld fer Allo Allo leikurin aftur í gongd í Losjuni við Gøtugjógv, og aftur hesaferð er útselt. Fyribils eru 4 sýningar á skránni settar á skrá, men væntandi verða fleiri kunngjørdar.

Mentanarlívið í Eysturkommunu er ríkt. Losjan Glotti eitt gott tekin um hetta, har eldsálir enn einaferð hava fingið láturin fram í áleið 2000 áskoðarum, sum higartil hava hugt eftir Allo Allo leikinum.

Leikurin fór av bakkastokki í heyst, og eftir 20 útseldum sýningum varð farið í jólaferiu. Súsanna Tórgarð hevur leikstjórnað, Nikolaj Falck og Klæmint Isaksen hava smíðað pallin, og eini 30 leikarar, teknikkarar og hjálparfólk hava brúkt eitt ótal av tímum síðan í vár til venjing, uppseting og framførslu av undirhaldandi leikinum.

Fleiri sýningar í januar

Væntandi verða nakrar sýningar afturat í Losjuni, og síðan verður farið út í Løkshøll í Runavík. Meira fæst at vita á Facebook síðuni hjá Losjan Glotti.

Allo Allo er ein bretsk skemtirøð, ið upprunaliga varð send á BBC One frá 1985-1992 í íalt 85 pørtum. Skemtirøðin gongur fyri seg í eini café í týskt-hertiknað Fraklandi undir øðrum veraldarbardaga.

Search by