Áleið 50 fólk á vinnudegi

Hósdagin var vinnudagur í Eysturkommunu og áleið 50 fólk úr vinnulívinum í kommununi møttu upp.

Fyrrapartin var skipað fyri skeiðið, har Steinar B. Aðalbjørnson, marknaðarstjóri í Matis, Ísland, greiddi frá um marknaðarføring á netinum. Neyðugt var at melda seg til fyrraparts-skeiðið, og tað var meira enn fulltekna við áleið 25 luttakarum.
Seinnaparturin var meira almennur, har øll vóru vælkomin inn á gólvið í Bovling í Leirvík, har dagurin var hildin. Á skránni vóru fyrilestrar frá Lars Olsen, landsliðsvenjara, Ósbjørn Jacobsen, Tórheðin Jónsveinson Jensen og Unn Laksá. 
Bjóðað varð eisini til ein góðan kaffimunn, meðan fólk úr vinnulívinum í kommununi fingu møguleika at práta og netverka.
Search by