Nú boðað verður frá nógvum vindi í vikuskiftinum, heitir Eysturkommuna á allar borgarar og fyritøkur um at taka fyrivarni og tryggja leysir lutir og rudda burtur alt, sum kann gerast vandamikið í vindinum. Hetta kann vera trampolinir, havastólar, byggitilfar og annað, ið liggur leyst uttanfyri hús og bygningar.
Tey, ið ikki megna hetta sjálvi, kunnu seta seg í samband við átaksleiðarin á tlf. 730112.
Vit eiga øll at hjálpast at, nú veturin nærkast og stutt kann vera ímillum stormarnir.