Leki er komið á ein oljutanga í Leirvík og olja rennur oman í gamla bátahylin. Sløkkiliðið er á staðnum, men enn er ikki staðfest, hvar lekin kemur frá.
Tí verður heitt á borgarar í Leirvík um at kanna oljutangan og at kanna eftir um oljunýtslan brádliga er hækkað munandi.
Tekin um oljuleka:
• Tú nýtir óvanliga nógva olju, ella brádliga hækkar nýtslan munandi
• Tað luktar av olju uttanfyri ella inni í húsunum hjá tær ella grannanum
• Sjónligir oljublettir eru at síggja í lendinum og til dømis í veitum
Um tit varnast nakað óvanligt, ella um tit hava illgruna um leka, verða tit biðin um at boða átaksleiðaranum frá á tlf. 730112.