Aðalfundur í M/B Brynhild

Aðalfundurin verður í felagnum M/B Brynhild í Glyvrahanusarhúsið í Norðragøtu mikukvøldið tann 15. maj, 2019 kl 19.30.

Skrá sambært viðtøkum felagsins. Skráin og meira um aðalfundin síggjast á facebookbólkinum FD 343 Gæsa (Brynhild)

Á hesum aðalfundinum er ikki tørvur á nýggjum nevndarlimum

Endamálið við M/B Brynhild er:
“at varðveita deksbátin FD 343 Gæsa, av fystan tíð skrásettur sum Brynhild heimahoyrandi í Norðragøtu, og seta hann í so upprunaligan stand, sum gjørligt, og at reka bátin, so hann bæði kann verða ein partur av Gøtu Fornminnissavni og eisini kann sigla útferðir, uttanlandsferðir o.líkn.”

Hevur tú hug at gerast limur í M/B Brynhild kann tú flyta árligt limagjald á 250,- kr á konto 986 317.288.5 og senda ein t-post við navni og bústaðið á FD554brynhild@gmail.com

Øll eru vælkomin!

Search by