Á vitjan hjá vinarkommunu í Danmark

Andreas Andreasen, tekniskur leiðari hjá Eysturkommunu, var í farnu viku á vitjan hjá Odsherred kommune – vinarkommunu hjá Eysturkommunu – í Norðursælandi. Endamálið við vitjanini var at umrøða mannagongdir og mál, sum verða viðgjørd annarleiðis í teirra umsiting, mannagongdir frá umsiting til politiska skipan, og hvussu býarsamtyktir verða avgreiddar. 

Á fundi við deildina fyri Náttúru, Umhvørvi og Ferðslu og deildina fyri Ráðlegging, Bygging og Vinnu var tosað um heimildir hjá umsitingini, lokal-ætlanir, býarplanir, byggiloyvir og bygging, sum er framd uttan byggiloyvi, v.m. Harumframt varð tosað eitt sindur um alment innlit og kærumál.

Tekniski leiðarin frá Eysturkommunu kunnaði eisini um, hvussu okkara kommuna er samansett politiskt, og hvussu umsitingin er skipað.

Odsherred kommuna er ein samanseting av 12 býar- og bygdarsamfeløgum við einum fólkatali á 33.000 og liggur áleið ein tíma frá Keypmannahavn. Kommunan er eitt kent feriustað við áleið 100.000 vitjandi ferðafólki og summarhús-eigarum hvørt ár, og fólki í kommununi erpar sær serliga av sínum landslagi, rávøru, list og mentan.

Á heysti í 2013 hevði Eysturkommuna vitjan av 23 ára gamla Kenni Kure, ið var skrivstovulærlingur hjá Odsherred kommunu. Partur av hansara læru var at starvast í tveir mánaðir fyri Eysturkommunu.

Filmur um Odsherred Kommune

Search by