Bátadráttur í Leirvík

Verkætlan

Liðugt
100%

Stutt lýsing

Bátaeigarar í Leirvík kunnu síggja fram til at fáa munandi betri umstøður til at draga bátar sínar upp á turt. Møguleiki er eisini at hála bátin upp og gera lætt viðlíkahaldsarbeiði, meðan báturin stendur á bátadráttinum.

Nýggi bátadrátturin verður har, sum gamla bátabrúgvin lá, millum kaiina og nýggja fjøruvegin.

Arbeiðið byrjaði um hálvan januar 2020. Eftir ætlan verður jørð-, betong- og el-arbeiðið liðugt á Ólavssøku. Síðan verður stálarbeiðið gjørt, so at bátadrátturin verður liðugur fyrst í september 2020.

Fakta um verkætlan

Staðseting: millum kaiina og nýggja fjøruvegin
Kostnaðarmeting
: 3 mió. kr.
Væntast liðugt: fyrst í september 2020
Arbeiðstakarar: Sp/f Kanjon (jørð-, betong- og el-arbeiði) og KSS (stálarbeiði)

Støðulýsing

5. okt. 2020

Bátadrátturin varð í dag tikin í nýtslu. Les meira her.

24. sept. 2020

Áhugin er stórur at sleppa upp á turt, tí ein rúgva av bátum standa longu á bíðilista eftir at brúka dráttin. Útgerðin er testað. Eftir er bert at asfaltera økið rundanum. Væntandi verður drátturin tikin í brúk fyrst í oktober.

27. aug. 2020

Nærum alt arbeiðið við sjálvan bátadráttin og húsið er liðugt. Ymiskt rundan um skal gerast (t.d. asfaltering) og útgerðin skal testast.

24. jul. 2020

2. jun. 2020

Arbeiðið gongur væl og tíðarætlanin heldur. Betongplátan í dráttinum er liðugt stoypt. Sokkulin undir skúrinum er stoyptur. Eru farnir undir at gera veggirnar í skúrinum sum element. Elementini til timburveggirnar eru monterað. Hurð og vindeygu við trídupultum glasi eru bíløgd. Stálramman til fundamentið undir spælinum er farið til sandblásingar og metalliseringar og kemur eftir ætlan á plássið týsdagin í komandi viku. Spælið er klárt.

25. apr. 2020

10. mar. 2020

Hava grivið og eru í gongd við at planerað dráttin. Betongplátur eru stoyptar.

Search by