Frítíðarheimið í Eysturkommunu lat upp 16. august 2010. Frítíðarheimið er ein samanlegging av Frítíðarskúlanum í Gøtu og Frítíðaransingini í Leirvík. 1. juli 2013 varð frítíðartilboðið fyri skúlaspíran eisini lagt undir Frítíðarheimið á Gásamýri. Stovnurin er kommunalur, stovnssettur sambært dagstovnalógini, sum kom í gildi 1. juli 2000.
Í Frítíðarheiminum er pláss fyri uml. 100 børnum heilan dag.
Frítíðarheimið er fyri børn í Skúlaspíranum og upp til 2. flokk. Endamálið er at geva børnunum ein tryggan og avbjóðandi gerandisdag, heldur sum eitt frítíðartilboð enn ansing. T.v.s. at børnini kunnu, eftir skúlatíð, koma á Frítíðarheimið at hugna sær og spæla saman við øðrum børnum.
Við hesum verður arbeitt við at menna tað einstaka barnið og samanhald barnanna millum ígjøgnum spæl og skipað tiltøk.
Starvsfólk frá Frítíðarheiminum fylgja børnunum til bussin kl. 14.50 og 15.50
Uppsagnartíðin hjá barninum er 1 mánaður, og boðast skal frá hesum innan 1. í einum mánaði.
Gjaldið fyri barnaansing verður avgreitt sum sjálvvirkandi gjaldsavtala umvegis GjaldSkipanina. Samtykki um gjald fyri barnaansing er at fáa á stovnunum og í Býráðshúsinum í Norðragøtu.
Børn 0-3 ár
Full tíð: kr. 1.800,-
Hálv tíð: kr. 900,-
Børn 3-7 ár
Full tíð: kr. 1.700,-
Hálv tíð: kr. 850,-
Skúlaspírin/Frítíðaransing (0. flokkur)
kr. 1.700,-
Frítíðaransing 1. og 2. flokkur
kr. 850,-
Juli mánaður er gjaldsfríur.
Eysturkommuna veitir systkinaavsláttur, soleiðis at ein familja við fleiri enn 2 børnum, bert skal gjalda fyri tvey ansingarpláss. T.v.s. at tá 3. barnið hjá einari familju kemur í kommunala ansing, fellur gjaldið fyri tað elsta barnið burtur.
Frítíðarheimið á Gásamýri
Kulibakki 13
520 Leirvík
Tel. 73 00 53
fritidarskulin@eystur.fo
Leiðari:
Hanna E. Olsen
Tel. 73 00 53
Skúlaspírin tel. 73 00 43
1. flokkur tel. 73 00 62
2. flokkur tel. 73 00 52