Sædis-glas

Ovarlaga í Syðrugøtu er fyritøkan Sædis-glas. Her ger og selur Sædis Eilifsdóttir ymiskar lutir úr glasi. Her eru prýðislutir/smúkkur til allar aldursbólkar, nips, skálir og stakar. Í løtuni er slipsanálin úr glasi serliga væl umtókt.

Fyritøkan varð stovnað í 2015 og er einasta fyritøka við glaslist í Eysturkommunu. Hetta merkir tó ikki, at kundaskarðin bert er lokalur. Bæði føroyingar og útlendsk ferðafólk leggja leiðina framvið Sædis-glas, og hóast meginparturin eru kvinnur, eru eisini fleiri menn, ið koma at keypa smúkkur til konuna.

Sædis-glas roynir at fylgja rákinum og leggur stóran dent á at hava sín egna stíl, ið serliga hevur íblástur úr náttúruni og sjónum.

IMG_1783

Search by