Mynd: Gøtu kirkju ungdómskór í Stiftskirche st Sylvestri.

Gøtu kirkju ungdómskór vunnið gull í altjóða kapping

Gøtu Kirkju Ungdómskór luttekur í hesum døgum á Johannes Brahms kórfestivalinum í Týsklandi, har 45 kór úr 17 londum kappast. Framførslan, har kórini kappaðust, er nú liðug, og ungdómskórið úr Gøtu kirkju hevur vunnið heili tvey gull og eitt silvur heiðursmerki.

Kórið fekk gull og vann í bólkinum Spirituals. Harafturat fekk kórið gull heiðursmerkið í Ungdómskór kappingini og silvur heiðursmerki í kirkjutónleiki, har tað manglaði lítið í til at fáa gull.

Talan er um eina stóra altjóða kórkapping, har 45 kór úr 17 londum hava luttikið.

Hetta er eitt megnar avrik fyri ungdómskórið. Tey hava ongantíð áður rokkið gull-støði í altjóða kappingum hjá Interkultur, sum er fremsti fyriskipari av altjóða kórkappingum, og sum eisini skipar fyri EM, HM og Eurovision fyri kór.

Gøtu kirkju ungdómskór

Sunnudagin kl. 10 er kórið saman við øðrum kórum útvalt til at hava eina konsert fyri borgarum í Werniegerode. Hetta er seinasta framførslan, áðrenn tey venda nøsini heimeftir aftur.

Fylg við ungdómskórinum á Facebook

Search by