Nýggj heimasíða

Vit hava fingið nýggja heimasíðu. Arbeitt hevur verið í eina tíð við at dagføra síðuna við nýggjum hentleikum, og so hon er meira tillaga til mobila brúkaran, sum nú er meira enn annarhvør vitjandi.

Á nýggju heimasíðuni eru býráðsfundir meira sjónligir á forsíðuni. Tú fært skjótt yvirlit yvir nær næsti býráðsfundur er, og tú kanst skjótt taka niður fundarfrásøgnina frá seinasta fundi. Hetta er fyri at gera tað lættari hjá borgarum at fáa fatur á kunning um hvørjar avgerðir býráðið tekur.

Harafturat er ein nýggjur teigur gjørdur yvir verkætlanir/arbeiði sum eru í gongd, so tað er lættari hjá borgarum at fylgja við, hvørji arbeiði eru í gongd, og hvussu langt hesi eru komin. Endamálið við hesum er at sjónliggera arbeiði, sum eru í gongd, og at gera arbeiðsgongdina meira gjøgnumskygda við regluligum støðulýsingum av hvussu arbeiðið gongur.

Vit hava eisini lagt ein upplesara inn, sum ger tað lættari hjá sjónveikum at fylgja við. Tú trýstir bara á bláa knøttin niðast til høgru og so Lurta. So verður innihaldið á síðuni lisið upp fyri tær.

Leitifunkan er eisini nýggj og arbeiðir munandi skjótari.

Á forsíðuni finnur tú eisini nýggjastu hagtølini frá Hagstovuni um fólkatalið í kommununi. Tølini vera sjálvvirkandi dagførd so hvørt sum Hagstovan leggur nýggj tøl út.

Search by