Seglskip vitjað í Leirvík: Hugni á havnaøkinum

Í sambandi við at Føroysku træseglskipini koma á Leirvík fríggjadagin 20. aug verður skipað fyri hugna á havnaøkinum í Leirvík.

Um kvøldið verđur felagssangur í tjaldinum á havnalagnum, og eftir felagssangin spæla Kim og Jens Marni til dans. Atgongumerki til dansin kosta 150 kr.

Skráin fyri kvøldið sær soleiðis út:

  • Kl 17-21 Opið í Bátasavninum
  • Kl 17 Sølubúðin hjá kappróðrarfelagnum Tindur letur upp (søla av breyð toast, kaffi og te)
  • Kl 18-22 Opið í Lávusarhús við café
  • Kl 19 seglskipini koma á Leirvík
  • Kl 21:30 felagssangur í tjaldinum
  • Kl 23:30 dansur viđ Kim og Jens Marna
Search by