Nýggja tónleikaútflutningsstovan staðsett í Syðrugøtu

Skapandi vinnur eru millum skjótast vaksandi vinnur í heiminum, og Føroyar hava góðar møguleikar at fáa nógv meiri lønandi vinnu burtur úr okkara stóra listarliga og mentanarliga tilfeingi.
Í 2016 orðaði landsstýrið ein politik fyri skapandi vinnur í Føroyum. Ein partur av hesum politikkinum varð eisini at seta á stovn eina tónleikaútflutningsstovu.

Endamálið við Tónleikaútflutningsstovuni er at virka fyri at økja um útflutningin av føroyskum tónleiki og menna føroysku tónleikavinnuna í tøttum samstarvi við tónleikafyritøkur, tónleikarar og vinnugreinafeløg.

Eysturkommuna bjóðaði seg tíðliga fram at hýsa tónleikaútflutningsstovuni, fyri á henda hátt at styrkja altjóðavenda tónleikaumhvørvið, sum er ment í Syðrugøtu. Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur gjørt av at taka av tilboðnum at staðseta útflutningsstovuna í Valhøll í Syðrugøtu, har sum G! festivalurin eisini hevur heimstað.

Tónleikaútflutningsstovan, á enskum Faroe Music Export (FMX), verður partur av føroysku vinnuframaskipanini, eins og t.d. Filmshúsið.

Vit bjóða Tónleikaútflutninsgsstovuni hjartaliga vælkomin til Eysturkommunu.

Search by