Ansið tykkum í hálkuni
24. jan. 2019
Tað er sera hált í morgun. Arbeiðsmenninir hava saltað støðugt síðani kl 6 í morgun, men av tí at tað framvegis frystir, so klára teir ikki at salta gongubreytirnar. Tískil heita vit á tykkum, um at vera sera varin, tá tit ganga úti í morgun.