Roddmar gevst aftaná 19 ár

Roddmar Næs, sum hevur starvast sum arbeiðsmaður seinastu 19 árini, fyrst hjá Leirvíkar kommunu og síðan Eysturkommunu, hevur valt at gevast í starvinum. Í hesum sambandi var morgunmatur í býráðshúsinum í morgun fyri starvsfólkinum hjá kommununi.

Roddmar fekk ein dreyibonk sum gávu frá kommununi sum tøkk fyri gott samstarv. Vit ynskja Roddmar alt tað besta framyvir.

Search by