Myndir frá verkstovu í Lávusarhúsi

Lávusarhús hevur seinastu 5 vikurnar verið karmur um eina verkstovu, har luttakarar lærdu at binda bundnaturriklæði og annars hugnaðu sær saman. Verkstovan endaði í síðstu viku og sambært fyriskiparunum kom nógv burturúr.

Summir av luttakarunum vóru við fyri fyrstu ferð, meðan nakrir hava verið fyrr. Nýggju luttakararnir tóku útgangsstøði í grunduppskriftini í bókini 215 Sjalmynstur eftir Oliviu úti í Bø, meðan teir meira royndu luttakararnir sluppu at royna aðrar teknikkir og onnur mynstur.

Niðanfyri eru nakrar myndir frá verkstovunum.

Search by