Grundstykkir

Á býráðsfundi 30. januar 2020 samtykti býráðið at avtaka bíðilistan til grundstykkir. Ístaðin verða tøk grundstykkir nú lýst til sølu her á síðuni. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir, hvørji grundstykkir eru tøk í Eysturkommunu í løtuni.

Mannagongd

Listin verður dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00. Harvið fáa øll kunning um tøk grundstykkir samstundis her á síðuni. 

Síðan kanst tú velja eitt grundstykki og senda umsókn um at keypa tað. Legg til merkis, at tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa. Hetta skal gerast umvegis frymil inni á tí einstaka grundstykkinum her á síðuni.

Tá fyrsti umsøkjari hevur sent umsókn um at keypa eitt grundstykki, verður hetta frámerkt sum “Umbiðið”. Síðan ber ikki til hjá øðrum at søkja um tað grundstykkið. 

Grundstykkið skal gjaldast í seinasta lagi 3 vikur eftir, at fyrispurningur um grundstykki er sendur til kommununa. Verður hetta ikki goldið rættstundis, verður grundstykkið lýst leyst aftur næstu ferð, tá listin verður dagførdur.

Innan 1 ár frá tí, at skeytið er undirskrivað, skal byggiarbeiðið verða byrjað, og sethús skulu vera innilokað á stykkinum innan 2 ár, frá tí, at skeytið er undirskrivað.

Kostnaður

Kostnaður fyri grundstykkir er 150 kr/m2. Undantikið eru grundstykkir undir Gøtueiði, ið kosta 25.000 kr.

Dagføring av grundstykkjalistanum er sjálvvirkandi og fer fram kl. 12:00 fyrsta gerandisdag í hvørjum mánaði. Er eingin dagføring eftir ásettu klokkutíðina, merkir hetta, at eingin broyting er.

Grundstykkir, ið koma út 01. septembur 2026 kl. 12:00:

Næsta dagføring: 01. septembur 2026 kl. 12:00

Við Gøtugjógv Planerað
Einki grundstykki tøkt í løtuni
Undir Gøtueiði Planerað
Einki grundstykki tøkt í løtuni
Syðrugøta Planerað
Einki grundstykki tøkt í løtuni
Norðragøta Planerað
matr. 86ah – Myllágøta 13 Nei Stødd: 479 m 2 Prísur: 71.850 kr.
matr.86ac – Myllágøta 3 Nei Stødd: 407 m 2 Prísur: 61.050 kr.
matr.86ad – Myllágøta 5 Nei Stødd: 546 m 2 Prísur: 81.900,-
matr.86af – Myllágøta 9 Nei Stødd: 581 m 2 Prísur: 87.150,-
matr.86ai – Myllágøta 15 (Umbiðið tann 1. jul. 2026) Nei Stødd: 498 m 2 Prísur: 74,700,-
matr.86as – Í Pálsliða 1 Nei Stødd: 512 m 2 Prísur: 76.800 kr.
Leirvík Planerað
matr.339aa í Fløtugerði 19 Nei Stødd: 562 m 2 Prísur: 84.300
matr.339ag – Leirvík (Umbiðið tann 1. jul. 2026) Nei Stødd: 517 m 2 Prísur: 77.550,-
matr.339c – Áargeil 10 Nei Stødd: 436 m 2 Prísur: 65.400,-
matr.339f – Áargeil 4 Nei Stødd: 507 m 2 Prísur: 76.050,-
Search by