Hugnaløta á Báta- og Listasavninum

Sunnudagin 26. november kl. 16.00 er aftur hugnaløta á Báta- og listasavninum í Leirvík, har ið tey bæði Monika Stauss Joensen, violin, og Ólavur Jakobsen, gittar, fara at spæla konsert.

Skráin er fjølbroytt við bæði stillisligum og inniligum tónleiki, men tað virtuosa og bergtakandi verður ikki gloymt.

Ólavur Jakobsen hevur lagt fleiri nýggj løg til rættis til hesa konsertina. Vit hoyra aftur tónleik hjá Jóannesi Joensen, umframt eina nýggja útgávu fyri violin og gittara av yndisliga lagnum “Walking in the Air” úr teknifilminum “The Snowman”.

Sjálvandi eru teir gomlu, Schubert, Grieg og Bach við. Tey tónaskøldini eru eisini í skjáttuni, tá ið Monika og Ólavur í mars aftur fara til Sveis á konsertferð.

Tónleikur úr øllum heraðshornum við livandi frásøgnum.

Eftir konsertina, ið varir slakan tíma, er hugnaløta á savninum.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Search by