Útstykking í Leirvík boðin út

Fyrradagin var arbeiðið at stykkja út 18 nýggj grundstykkir á Fløtugerði í Leirvík boðið út. Tilboð skulu verða innkomin í seinasta lagi 16. november.

Tá tilboðini eru innkomin verður veitari valdur, og eftir ætlan verður spakin settur í áðrenn árslok.

Áhugin at byggja í Leirvík er stórur. Heili 53 fólk standa á bíðilista eftir at fáa grundstykki í Leirvík.

Komandi ár verður farið undir at stykkja út í Norðragøtu. Ein skitsa fyriliggur, sum býráðið skal viðgera, og síðan verður farið undir at projektera, áðrenn arbeiðið kann bjóðast út.

Search by