Starvsfólk á dagstovnunum og Frítíðarheiminum til verkstovu um nýggjan barna- og ungdómspolitikk í Eysturkommunu.

Nýggjur barna- og ungdómspolitikkur í Eysturkommunu

Arbeiðið er í gongd at orða ein nýggjan barna- og ungdómspolitikk fyri Eysturkommunu, og í hesum sambandi verður skipað fyri verkstovum fyri øllum viðkomandi áhugabólkum.

Fyrsta stig í arbeiðinum er at kallað inn so breiðan skara av áhugafólki og -bólkum sum gjørligt, fyri soleiðis at gera tilgongdina gjøgnumskygda, og so allir viðkomandi partar eru við í at smíðja nýggja barna- og ungdómspolitikkin.

Skipað verður fyri 7 verkstovum uppá hálvan dag, har luttakarar greiða frá, hvat teir halda vera umráðandi at taka við í ein barna- og ungdómspolitikk. Verkstovurnar eru fyri:

  • lærarar
  • flutningstænastuna (sum koyrir skúlabørn dagliga)
  • starvsfólki á dagstovnum og fríðarheiminum
  • heilsustarvsfólki, SSP og barnavernd
  • foreldraumboð
  • børn og ung 10-18 ár
  • frítíðarfeløg og kirkjur/samkomur

Byrjað varð fyri tveimum vikum síðan, tá verkstova var fyri lærarum í skúlanum í Eysturkommunu. Í síðstu viku møttust námsfrøðingar, starvsfólk á dagstovnunum og frítíðarheiminum og heilsustarvsfólk. Komandi vikurnar møtast aðrir bólkar. Harmíllum verður ein verkstova fyri ung 10-18 ár, har 6 úr hvørjum árgangi eru bjóðað við.

Endamálið við nýggja barna- og ungdómspolitikkinum er at skapa betur trivnað og menning fyri børn og ung í kommununi. Nógvir møguleikar eru longu, men við hesum kunnu vit fáa betur samspæl í tað breiða virksemi, sum er, og síggja hvat manglar.

Hugbankin samlar tankarnar

Tá allar verkstovurnar hava verið, verður tilfarið savnað saman og lagt fram fyri teimum, ið manna hugbankan. Talan er um 16 umboð úr øllum áhugabólkunum, sum koma saman í tveir dagar at arbeiða við at orða nýggja barna- og ungdómspolitikkin. Hetta verður lagt fram fyri øllum luttakarunum, sum hava verið við í verkstovunum, har luttakarar fáa høvi til at viðgera ávegis niðurstøðuna frá hugbankanum.

Til seinast spíðskar hugbankin uppskotið til og letur trivnaðarnevndini í býráðnum tað til víðari støðutakan síðst í november.

Search by