Hátíðarferð til frændur í oyggjunum í ein útnyrðing

Komandi vikuskifti fara umleið 60 fólk úr Leirvík og Gøtu til Vestmannaoyggjar á vinarbýarferð. Í mai í ár høvdu vit vitjan úr Oyggjunum og var tað eitt lívgandi vikuskifti, har vinir og frændur hittust aftur og nýggj vinabond vórðu knýtt.

Í ár eru 5 ár síðani vinarbýarvitjanirnar millum Eysturkommunu og Vestmannaoyggjar vóru seinast – tað vil siga í 2012. Ein hópur av fólki úr Vestmannaoyggjum og tónleikabólkurin “Blítt og Létt” var á vitjan her í bygdunum í mai tað árið, og eini 70 fólk úr Gøtu og Leirvík vóru seinni um árið og vitjaðu í Vestmannaoyggjum. Filmur varð tikin upp tá, og varð hann vístur í KVF skírishóskvøld í ár. Filmurin eitur Havsins børn og fæst til keyps frá Sighvati Jónssyni.

Hetta fólksliga vinarbýarsambandið er hildið við líka, og nú er stundin komin, at fólk úr Eysturkommunu fara yvir aftur til vinaligan felagsskap, til hugna og til íblástur. Ferðin er frá 29. september til 2. oktober. Vert er at nevna, at seinasta umfar í íslendsku landskappingini í fótbólti er hetta vikuskiftið, og at lokala IBV, har gøtumaðurin, Kaj Leo í Bartalsstovu, og Jónas Tór Næs spæla við, hevur heimadyst og møtir Akureyri leygardagin 30. september.

Á skránni verður, sum seinast, gisting og hugni heima hja fólki, útferðir á landi og havi, tónleikur, hugnaløtur, hátíðarveitsla, fótbóltsdystur, kirkjugongd og møti, savnsvitjanir o.a. Harafturat hitta býráðsumboð úr Eysturkommunu býráðið í Vestmannaoyggjum á móttøku og fundi um felags áhugamál og avbjóðingar og til umrøðu av framtíðar samstarvinum.

Samamumtikið er talan um eina hátíðarferð til frændafólkið í ein útnyrðing

Search by