Árni Jacobsen virkandi borgarstjóri í Eysturkommunu

Ímeðan Jóhan Christiansen, borgarstjóri, er í summarfrí, hevur varaborgarstjórin, Árni Jacobsen, tikið við sum virkandi borgarstjóri. Hann røkir borgarstjórastarvið frá 21. juli og til 6. august.

Á kommunuvalinum í 2012 fekk Árni 82 atkvøður á javnaðarlistanum, og ta býráðsetuna varð hann formaður í vinnunevndini, umframt limur í øðrum nevndum og nevndarformaður í IRF.

Á seinasta kommunuvali, sum var 8. november 2016, fekk Árni 135 atkvøður, og varð hann aftur fyrstvaldur á javnaðarlistanum. Umframt at vera varaborgarstjóri er Árni nú limur í byggi- og býarskipanarnevndini og brunanevndini.

Árni er 48 ára gamal og starvast dagliga sum økisleiðari á norðurøkinum hjá Landsverki.

Search by