Børn í Brúsa læra fyrstuhjálp

Á dagstovninum Brúsa hevur ein stova arbeitt við fyrstuhjálp í eina tíð. Børnini hava lært nógv ymiskt, eitt nú at steðga vanlukku, leggja í læsta liðlegu, reinsa sár og leggja plástur, at hava umsorgan fyri hvørjum øðrum, fara eftir hjálp og at ringja 112.

Hósdagin 8. juni var átaksleiðarin hjá Eysturkommunu, Sørin Djurhuus, og greiddi frá um vandan við eldi og hvussu vit kunnu sløkkja eld. Tey sluppu eisini at síggja útgerðina, sum er í bilinum hjá átaksleiðarinum.

At enda handaði átaksleiðarin børnunum heiðursprógv í fyrstuhjálp.

Search by