Lærari til Fuglafjarðar skúla

Hesi lærarastørv verða lýst leys at seta frá 1. august 2017:

  • Tríggir lærarar í fast starv frá august 2017
  • Eitt tíðaravmarkað starv fyri skúlaárið 2017/2018 vegna lækkað tímatal og avlopstímar. Endaliga tímatalið verður ásett 1. sept. 2017
  • Eitt tíðaravmarkað starv frá 16. august 2017 til 24. apríl 2018 vegna barnsburðarfarloyvi.

Søkt verður eftir lærarum, sum tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini, sýna jaligan hugburð mótvegis næmingum og starvsfeløgum, eru fyrikomandi, duga at samstarva og vilja vera við at menna skúlan.

Okkum tørvar m.a. telduvørð, AKT-lærara, alis- og evnafrøði, náttúru og tøkni, støddføði, føroyskt, danskt og lærara at undirvísa í tónleiki.

Førleikakrøv
Útbúgving sum fólkaskúlalærari.

Lønar- og setanartreytir
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir
Umsóknir við CV, avritum av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 15. mai kl 15.00. Nærri kunning um størvini fæst við at ringja til Ólav Thomsen, skúlastjóra, á tel. 743082. Eisini ber til at senda teldupost til fug@skulin.fo.

Fuglafjarðar skúli hevur næsta skúlaár umleið 270 næmingar í 1 .- 10. flokki. Á skúlanum starvast 25 lærarar, 1 skrivstovufólk, 1 húsavørður og 3 námsfrøðiligir stuðlar.

Search by