Fleiri enn 100 rullaðu páskaregg

Á páskum er siður nógvastaðni kring landið at rulla páskaregg. Á Fossabrekku í Leirvík komu fleiri enn 100 børn og vaksin saman at rulla páskaregg 2. páskadag, umframt at familjur eisini møttust aðrastaðni í kommununi.

Hvar kemur hesin siður frá?
Folkekirken.dk skrivar, at í gomlum døgum var tað eitt vártekin, tá hønurnar aftur byrjaðu at leggja egg. Egg er vármatur, og tey hava eisini verið brúkt sum ímynd uppá uppreisnina í kristnu kirkjuni frá fornari tíð. Tí pynta vit við eggum og høsnarungum um páskirnar.

Páskareggini hava eisini verið brúkt til ymisk páskaspøl, millum annað at rulla páskaregg.

Search by