Skráin fyri Ferðavinnudagin 2017, sum verður hildin á Bátasavninum í Leirvík komandi hósdag 6. apríl, er nú klár.
Skráin er hendan:
Kl. 14.00 Forkvinnan í Vinnunevndini, Hanna Jensen, bjóðar vælkomin
Kl. 14.10 “Hvat ynskja ferðafólkini, sum koma higar, at síggja?” – Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit Tórshavn
Kl. 14.45 Kaffi og prát
Kl. 15.05 “Netverk og samstarv” – Nancy Justinussen, Atlantic Airways
Kl. 15.40 “Ferðavinna og møguleikar í Eysturkommunu” – Maigun Solmunde, BA. í ferðavinnu
Kl. 16.00 Endi