Í samband við slaktið er endurnýtslan í Norðragøtu opin kl. 16:00-18:00 í dag, mánadagin 19. oktober.
Hesa vikuna er endurnýtslan opin:
Mánadag-fríggjadag 16:00-18:00
Leygardag 16:00-18:00
Kunning um burturbeining av leivdum eftir fletting er á heimasíðuni hjá IRF.
Soleiðis skulu leivdir burturbeinast:
Lat seyðaskinn til góðkenda endurnýtslu.
Tøm vemburnar.
Lat blóð og annað vatn seta frá, áðrenn leivdir frá fletting verða burturbeindar.
Lat innvøl og leivdir í plastposar, áðrenn tað verður latið í bingjurnar.