Framsýningin, ið fevndi um 15 lutir frá útgrevstrinum á Toftanesi í 1980-árunum, umframt frágreiðingar, eftirgerðir og myndir frá teirri tíðini, er nú vorðin niðurpakkað. Fornfrøðiligu lutirnir eru aftur sendir til Havnar og hølið er tømt fyri hugnaligum myndum og stórum glasskápum fyri at hýsa øðrum virksemi í vetur.
Framsýningin var opin frá fyrst í juni til síðst í september og umleið 600 fólk hava vitjað í hesum tíðarskeiði.
Vit takka fyri áhugan, ið eysturbúgvar hava víst framsýningini.