Nú seinasta fundarumfar fyri summarsteðgin varð hildið jóansøkudag, var Mentanarnevndin úti við Fransagravirnar í Leirvík, sum seinasta fundarmál á skrá á hesum sinni.
Hetta seinasta árið hevur nevndin vitjað ymisk forkunnug støð innan fornminnisøkið í kommununi. Og ætlanin er at halda fram, so komast kann út í allar bygdirnar í kommununi at skoða, lyfta fram og viðgera, hvat kann verða gjørt fyri at hjúkla um hesa mentanarsøgu, so hon verður varðveitt væl, bæði fysiskt, í teksti og millum manna.
Fransagravirnar liggja úti á Flatum og eru frásagnirnar um tær slíkar, sum liva á manna munni í Leirvík, og børn og ung vóru ikki altíð álvulig, tá farast skuldi fram við teimum heim úr gerðum í økinum.
Fransagravunum eru eisini ognað nøkur fá orð í bindi 4 í Leirvíkar bygdarsøgu eftir Martin Fjallstein.
Mentanarnevndin samdist á fundinum á jóansøku um, at arbeiða meira við evninum Fransagravirnar.
Nú verður farið undir at kanna nærri, hvat meira kann fáast av vitan um Fransagravirnar, eins og at arbeiða við miðla søguna um tær á hóskandi hátt, og at kanna møguleikan at kunna gera tær meira sjónligar.