Spennandi starv sum deildarleiðari til Eldrasambýlið Gøtubrá í Norðragøtu

Nánd sóknast eftir deildarleiðara til Gøtubrá. Eldrasambýlið Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við tilsamans 18 plássum. Á sambýlinum arbeiða varadeildarleiðari, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingerðarfólk. Eisini koma fysio- og ergoterapeutar regluliga á Gøtubrá.

Um starvið
Deildarleiðarin virkar fyri, at búfólk og starvsfólk trívast og hava góðar umstøður at liva og virka. Hetta inniber, at tú hevur dagligu leiðsluna av heiminum og gongur á odda at kveikja og menna starvsfólkini.

Sum deildarleiðari verður tú ein partur av leiðslubólkinum og upptøkunevndini hjá Nánd.

Førleikakrøv

  • Prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • áhuga í leiðslu
  • áhuga fyri gerontologi og geriatri, herundir demens

Tað kann vera ein fyrimunur, um tú hevur royndir og útbúgving innan leiðslu og/ella fakliga vitan um eldri og at eldast.

Vit vænta, at tú

  • ert savnandi og hevur evnir at lurta eftir starvsfólkum, búfólkum og avvarðandi og samstundis torir at taka avgerðir
  • stuðlar undir læring hjá starvsfólkunum
  • stuðlar undir etiskt umhugsni hjá starvsfólkunum
  • kanst tryggja góða heilsufakliga skjalfesting
  • kanst ganga á odda í eini endurmennandi tilgongd

Vit kunnu bjóða

  • góða innleiðslu
  • ein mennandi gerandisdag
  • møguleika at seta tín dám á og framhaldandi menna tænasturnar hjá Nánd
  • ein lærandi stovn við regluligum undirvísingum og skeiðum
  • gott samstarv í leiðslubólkinum

Setanar- og lønarviðurskifti
Tann, sum sett/ur verður, hevur tilvísing til leiðaran og tekur við starvinum tann 1. august  2026 ella eftir avtalu. Starvið er fulla tíð við møguleika fyri niðursettari tíð. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og FMR/KAF.

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Poulu Reinert-Petersen, leiðara, tlf. 730204 og teldupost poula@eystur.fo

Umsókn
Umsókn saman við CV v.m. skulu sendast til: nand@eystur.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 15.07.2026.

Meiri kunning um Nánd her

Search by