Spennandi starv sum køksstarvsfólk til Nánd
Ert tú okkara nýggi starvsfelagi til nýggja køkin á Vesturstovu í Fuglafirði?
Tíðaravmarkað starv
Nánd søkir eftir starvsfólki í tíðaravmarkað starv í miðal 25 tímar um vikuna, við starvsbyrjan 20. juli 2026 ella skjótast til ber og til 31. januar 2027. Arbeitt verður mánadag til fríggjadag og annað hvørt vikuskifti.
Køksvirksemi
Nánd hevur fingið nýggjan stórkøk, og køksvirksemið á trimum sambýlum er lagt saman í nýggja køkinum á Vesturstovu í Fuglafirði. Køkurin framleiðir flestu máltíðir til øll trý eldrasambýlini í økinum umframt til dagtilhaldið í Doktarahúsinum og heimabúgvandi borgarar.
Arbeiðið fevnir um at tilevna máltíðir til búfólk og heimabúgvandi borgarar, umframt at halda køkin.
Mánadag til fríggjadag eru trý til fýra starvsfólk og í vikuskiftinum eru tvey starvsfólk í køkinum.
Vit vænta, at tú
Umsøkjari við køksfakligari útbúgving so sum føðsluatstøðari, føðsluhjálpari, kokkur og/ella umsøkjari við royndum við stórmatgerð kann hava fyrimun, men hettar er ikki eitt krav.
Persónligir eginleikar
Vit kunnu bjóða
Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík.
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við Kost- og føðslufelagið ella Føroya Arbeiðarafelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lóu Lenvig Hansen, køksleiðara á tlf. 730236 ella loah@eystur.fo
Umsóknir
Umsókn við prógvi, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 8. juli 2026. Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta, viðmerkt “Køksstarvsfólk” ella á teldupost: nand@eystur.fo
Um Nánd
Tú kanst lesa meira um Nánd her