Spennandi starv sum køksstarvsfólk til Nánd
Ert tú ein av okkara nýggu starvsfeløgum til nýggja køkin á Vesturstovu í Fuglafirði?
Fast starv
Nánd søkir eftir starvsfólki í miðal 25 tímar um vikuna. Arbeitt verður mánadag til fríggjadag og annað hvørt vikuskifti.
Køksvirksemi
Nánd hevur fingið nýggjan stórkøk og køksvirksemið á teimum trimum sambýlunum er lagt saman í nýggja køkinum á Vesturstovu í Fuglafirði. Køkurin framleiðir flestu máltíðir til øll trý eldrasambýlini í økinum umframt til dagtilhaldið í Doktarahúsinum og heimabúgvandi borgarar.
Arbeiðið fevnir um at tilevna máltíðir til búfólk og heimabúgvandi borgarar, umframt at halda køkin, keypa inn, gera matskrá o.a. Mánadag til fríggjadag eru trý til fýra starvsfólk og í vikuskiftinum eru tvey starvsfólk í køkinum.
Vit vænta, at tú
Umsøkjari við køksfakligari útbúgving so sum føðsluatstøðari, føðsluhjálpari, kokkur og/ella umsøkjari við royndum við stórmatgerð kann hava fyrimun.
Persónligir eginleikar
Vit kunnu bjóða
Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík.
Starvssetan og løn
Tann, sum sett/ur verður, tekur við starvinum hálvan juli 2026 ella eftir avtalu. Starvið verður sett sambært sáttmála við Kost- og føðslufelagið ella Føroya Arbeiðarafelag. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lóu Lenvig Hansen, virkandi køksleiðara á tlf. 730236 ella loah@eystur.fo
Umsóknir
Umsókn við prógvi, CV og øðrum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 18. juni 2026. Umsóknirnar skulu sendast til: Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta, viðmerkt “Køksstarvsfólk” ella á teldupost: nand@eystur.fo
Tú kanst lesa meira um Nánd her