Mynd: Eysturkommuna

Fyrsta reikferðaskipið á vitjan á Gøtuvík

Mikudagin kom fyrsta reikferðaskipið nakrantíð, Seaventure, á vitjan á Gøtuvík. Skipið lá fyri akker á Gøtuvík og ferðafólkini sigldu yvir í bátahýlin í Norðragøtu við smábátum. Skipið er rikið av 66 Expeditions og vísir hetta áhugan hjá minni skipum at vitja Oyggjarnar. 80 ferðafólk vóru umborð og komu tey runt til veitarar bæði í Norðragøtu og í Leirvík.

Vitjanin gekk sera væl, og tá gestirnir aftur fóru glaðir umborð, vóru teir møttir av Gøtu Kirkju Ungdómskóri, ið var komið umborð at syngja fyri teimum.

Myndirnar vísa borgarstjóran og ferðavinnu- og mentanarleiðaran býta um steyp við skiparan og umboðini umborð. Myndirnar vísa somuleiðis nøkur av støðunum ferðafólkini vitjaðu í Eysturkommunu.

Search by