Heilsuhjálpari til Gøtubrá

Røktardeildin á Gøtubrá í Norðragøtu søkir eftir heilsuhjálpara til tíðaravmarkað starv.

Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans. Á Gøtubrá arbeiða sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk og reingerðarfólk. Kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur er 3 dagar um vikuna. Fysio- og ergoterapeutar koma regluliga á Gøtubrá.

Um starvið

Starvið er á ovaru hæddini, har tað er pláss til 10 búfólk. Talan er um eitt tíðaravmarkað starv, sum frá 1. august 2026 og til 31. januar 2027. Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna, skiftandi vaktir (mest kvøldvaktir) og 2. hvørt vikuskifti.

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.

Vit vænta at tú

  • hevur útbúgving sum heilsuhjálpari
  • hevur góð samstarvsevni
  • hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
  • virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
  • hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgarum í samstarvi við hann/hana

Um eingin við heilsuhjálpararútbúgving søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur í tíðaravmarkað starv ístaðin.

Vit kunnu bjóða tær

  • góða innleiðslu
  • eitt spennandi arbeiðspláss
  • góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • gott samstarv við onnur fakfólk
  • regluliga undirvísing í Nánd

Starvsfólk hjá Nánd kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.

Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsuhjálparafelagið. .

Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 ella teldupost edit@eystur.fo

Umsókn saman við prógvum, tílvísingum v.m. skulu sendast til: edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 04.06.2025 kl. 12.

Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her

Search by