Fyrsta skipið í eygsjón

Mikudagin 20. mai kemur fyrsta reikferðaskipið á vitjan á Gøtuvík. Hetta er skipið Seaventure, ið fyritøkan 66 Expeditions stendur aftanfyri. Umleið 100 gestir koma at vitja okkum, og skipið verður í Føroyum í fýra dagar, har Gøtuvík er onnur havnin, tey vitja.

Eysturkommuna hevur gjøgnum tey seinastu tvey árini arbeitt við teirri ætlan at fáa minni reikferðaskip inn á Gøtuvík til tess at styrkja (ferða)vinnuna í kommununi. Ferðafólkini umborð á hesum skipum verða bjóðað útferðir, upplivingar og máltíðir, ið allar eru staðsettar í kommununi.

Vit bjóða Seaventure og fólkunum umborð vælkomnum á Gøtuvík!

Search by