Mynd: Hugskotið

Eysturbúgvi luttekur í nýskapandi ferðavinnuátaki

Fríggjadagin 20. mars varð endatiltakið í samband við “Nýskapan í ferðavinnuni” hildið í hølunum hjá OY. Á tiltakinum vóru átta verkætlanir lagdar fram, herímillum tann hjá Jan E. Petersen, ið hann í hesum sambandi hevur arbeitt við seinastu sjey vikurnar.

Jan Petersen, eigari av fyritøkuni PrimaFisk, sum síðani 2004 hevur framleitt fiskapylsur, sum nógvir føroyingar nýta sum viðskera, kemur nú við einari nýggjari røð av fiskapylsum sum munnbitar.

Nýggja røðin fevnir um smærri fiskapylsur á 100 gram, sum hóskar seg væl til tað stóra kalda borðið. FiskaTapas kann borðreiðast einsamalt ella saman við øðrum føroyskum mati sum blóðpylsu, grind, spiki og turrum fiski.

Føroyskt FiskaTapas
Hugskotið fevnir um eina eskju við trimum ymiskum fiskapylsum við smakki úr Norðuratlantshavið – kryddað við føroyskum tara, hummara, toski og laksi, sum ferðafólk kunnu taka við sær heim sum eitt matferðaminni.

Ætlað bæði ferðafólkum og føroyingum.
Vøran verður seld á hotellum og øðrum støðum har ferðafólk ferðast, men eisini føroyingar kunnu keypa hana, tá hon eftir ætlan kemur í matvøruhandlarnar áðrenn summarið.

Átakið “Nýskapan í ferðavinnuni” er skipað av Hugskotinum, Visit Tórshavn og Visit Faroe Islands, og hevur síðani 2019 verið ein týdningarmikil drívmegi í menningini av føroysku ferðavinnuni. Hesa ferð varð serligur dentur lagdur á produktmenning innan matvørur, við tí fyri eyga at menna fleiri ferðaminni við høgari góðsku og skapa eitt fjølbroyttari úrval av vørum úr lokalum rávørum.

Search by