Allir borgarar, ið hava valrætt til fólkatingsvalið 24. mars og løgtingsvalið 26. mars, eiga nú at hava fingið valkort. Nøkur kort eru tó, ið ikki eru borin út, eitt nú, um eingin postkassi er á bústaðnum.
Hevur tú ikki fingið valkort, kanst tú seta teg í samband við kommunuskrivstovuna á tlf.: 73 00 00.
Opið er soleiðis:
Mánadag – hósdag
09:00 – 15:00
Fríggjadag
09:00 – 12:00
Gevið gætur, at valstaðið í Gøtu er nú í víkingahúsinum í Sarpugerði í Norðragøtu. Hetta er galdandi fyri veljarar í Norðragøtu, Syðrugøtu, Gøtugjógv, undir Gøtueiði og Skálafjørður (Eysturkommuna)
Valstaðið í Leirvík er somuleiðis broytt. Hetta er nú í bygdarhúsinum í Leirvík, Garðsvegur 45.