Grundøkir til bústaðar- og vinnubygging til leigu á havnarøkinum í Leirvík

Partar av matr. nr. 169a, á havnarøkinum í Leirvík, sum fevnir um 7 grundøkir, rað A, trý grundøkir og rað B, fýra grundøkir, verða nú boðin út til leigu og at byggja á.

Fjølbroyttir nýtslumøguleikar

Økið liggur í einum C2-øki sambært byggisamtyktini. Hetta merkir, at økið er ætlað til fjølbroytta nýtslu, millum annað:

  • Bústaðir
  • Bústovnar
  • Handil
  • Skrivstovuvirksemi
  • Lættari vinnu

    Hetta gevur góðar møguleikar at menna eitt fjølbroytt øki við bæði bústaðum og vinnu.

Leigan fyri grundøkini er tann galdandi leigukostnaðurin hjá Eysturkommunu, núverandi kostnaðurin er 17,00 kr. pr. m2 um árið, umframt mvg.

Hvørt grundøki skal hava sítt matrikulnummar.

Kommunan setir treyt til vídd og hædd á bygningunum og hvussu tey verða staðsett á havnarøkinum.

Uppskot er gjørt sum lýsir byggingina.

Tilfar um byggingina fæst við at venda sær til Sp/f Sókn Advokatar, Jekaragøta 10, 100 Tórshavn, Telefon 660500, teldupostur sokn@sokn.fo   

Áhugaði kunnu søkja um grundøki, við at senda umsókn til Sp/f Sókn. Hvør umsøkjari kann bert fáa tilluta eitt grundøkið. Hjún verða at roknað sum ein umsøkjari. Umsøkjarar skulu vera búsitandi í Eysturkommunu.

Freistin at søkja er 1. mai 2026.

Search by