Heilsurøktari til eldrasambýlið Vesturstovu í Fuglafirði
Er tú okkara nýggi starvsfelagi?
Vit søkja eftir heilsurøktara til Vesturstovu. Á Vesturstovu eru 18 sambýlispláss, harav nøkur eru stuttíðarpláss. Felags køkurin hjá Nánd er á Vesturstovu. Í røktini starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingur og hjálparfólk.
Umframt vanligu røktarnormeringina er kliniskur sjúkrarøktarfrøðingur eyka fýra dagar um vikuna. Eisini koma Fysio- og ergoterapeutar regluliga á Vesturstovu.
Sum heilsurøktari kemur tú, umframt at veita røkt og umsorgan til búfólkini, at hava samábyrgd av umsiting og dosering av heilivági og møguligum samskifti við lækna. Tú kemur at veita búfólkunum grundleggjandi røkt og umsorgan, at eygleiða og boða frá broytingum. Tú kemur at tryggja heilivágsgevan og sjúkrarøktarfakliga skjalfesting, Dentur verður lagdur á eitt lærandi umhvørvi, har tú kemur at læra frá tær við síðumansupplæring og undirvísing av starvsfeløgunum.
Talan er um
Vit vænta, at tú
Vit kunnu bjóða tær
Starvsfólk hjá Nánd hava møguleika at venja ókeypis í venjingarhølunum á Miðstøðini í Leirvík ávísar tíðir.
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og Heilsurøktarafelagið. Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Elsebeth V. Simonsen, deildarleiðara, tlf. 730232 og elsebeth@eystur.fo
Umsókn við prógvum og CV skulu sendast við telduposti til: elsebeth@eystur.fo ella til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi seinast 16. mars 2026.
Tú kanst lesa meira um Nánd her