Nýtt gólv í høllini á Kambsdali

Arbeiðið við at leggja nýtt gólv í ítróttarhøllini á Kambsdali er nú liðugt, og tann 1. august letur høllin upp aftur.

Umframt nýtt gólv er útgerðin til m.a. badminton, flogbólt og bandarnir nýggj og nú munandi lættari at flyta og montera.

Tað er Virklund Sport A/S, ið er veitari og hevur lagt gólvið á, meðan Petur Larsen P/f hava gjørt stálgáttir og avslutningar um innhurðar og úthurðar.

Hetta er seinasti liður í fleiri umvælingum seinastu árini, har takið er skift, ventilatiónsskipanin er dagførd og suðursíðan er umvæld.

Search by