Vilt tú gera mun í gerandisdegnum hjá eldri fólki og fáa mennandi arbeiðsroyndir, so hevur tú møguleika at søkja avloysarastarv í Nánd. Talan er um tímalønt arbeiði gerandisdagar og/ella vikuskiftir í dagvakt, kvøldvakt, náttarvakt.
Nánd er Heimatænastan fyri borgarar í Eysturkommunu og Fuglafjarðar kommunu. Nánd fatar um heimatænastuna, staðsett í Leirvík, sambýlir í ávikavist Norðragøtu, Leirvík og Fuglafirði og dagtilhald í Doktarahúsinum í Fuglafirði.
Felags køkurin er á sambýlinum Vesturstovu í Fuglafirði.
Í Nánd starvast sjúkrarøktarfrøðingar, ergo- og fysioterapeutar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar, hjálparfólk, køksstarvsfólk, bussførarar og reingerðarfólk.
Í løtuni tørvar okkum avloysarar til:
Vit bjóða:
Vit bjóða góða upplæring og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar eftir útbúgving og førleikum.
Setan og løn
Størvini eru tímalønt við sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
Umsókn við prógvi og CV skal sendast við telduposti til: nand@eystur.fo ella í brævi til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta.
Tú kanst eisini søkja talgilt á okkara heimasíðu: søk starv
____________________________________________________________________
Tú kanst lesa meira um okkara virksemi í Nánd her