Mikudagin letur nýggja vælveruøkið í Leirvík alment upp.
Klokkan 17–18 er møguleiki hjá øllum at síggja nýggja vælveruøkið uttanfyri svimjihøllina í Leirvík. Gløgg og søtt verður at fáa.
Eftir hetta, klokkan 18–21, verður almenn svimjing, har vælveruøkið somuleiðis er opið – og ókeypis at nýta.
(Nærri kunning um upplatingartíðir kemur seinni.)