Í svimjihøllini í Leirvík er ein 16,6 m langur svimjihylur, ið verður nógv brúktur til at svimja, venja, spæla og at hugna sær.

Uttanfyri svimjihylin er eitt nýtt og nýmótans vælveruøki. Her kanst tú stíga úr gerandisdegnum og njóta eina løtu í hugnaligum og avslappandi umhvørvi.

Vælveruøkið er opið, tá ið svimjihøllin er opin. Aldursmarkið er 16 ár.
Børn yngri enn 16 ár hava atgongd til vælveruøkið saman við vaksnum ávísar tíðir, sí upplatingartíðirnar.
Allar aðrar tíðir í vikuni er aldursmarkið 16 ár fyri at sleppa inn í vælveruøkið.
Svimjing er ókeypis
Tað er ókeypis hjá almenninginum at svimja í svimjihøllini.
Vælveruøkið
Kostnaður
Vælveruøkið 70,- kr. (aldursmark 16 ár)
Vælveruøkið 35,- kr. (pensionistar, lærlingar og lesandi)
Vælveruøkið 35,- kr. (Børn, bert saman við vaksnum)
Klippkort
10 túrar 800,- kr. / 20 túrar 1400,- kr.
10 túrar 400,- kr. / 20 túrar 600,- kr. (pensionistar, lærlingar og lesandi)
Bílegging
Tú kanst bíleggja tíð á leinkjuni:
Gjalding
Við inngongdina, beint við hurðina oman til svimjihøllina, stendur ein sjálvtøka, har ein rindar fyri at sleppa inn í vælveruøkið. Eisini ber til at keypa armband, sum kann nýtast til at læsa skápini.
Armband er íroknað prísinum, tá ein vitjar vælveruøkið.
Til almenna svimjing ber til at keypa armband fyri 10 kr.
Vit gera alt fyri, at børn og vaksin skulu kenna seg trygg, tá ið tey vitja okkara
svimjihøll ella vælveruøki.
Tí er tað týdningarmikið, at fólk eru saman við virðing og skili.
Vinaliga les og fylg vegleiðingum og reglum, sum eru galdandi.
Øll svimjing er undir egnari ábyrgd.
Leigan av vælveruøkinum er 1.800,- kr. fyri 2 tímar við lívbjargara.
Les áðrenn tú leigar:
Fyrivarni!
Hevur tú hjartatrupulleikar, peysmeykara, diabetes ella ert við barn, er neyðugt at
vera varin í vælveruøkinum.
Leigan av svimjihylinum er 600,- fyri 1 tíma við lívbjargara.
Tað ber einans til at bíleggja tíð til at leiga svimjihylin, við at seta seg í samband við Elisabeth á tlf. 50 82 26.
Vælveruøkið er gott fyri bæði likam og sál.
Tá ið tú nýtir rúmið, so eru ymiskir møguleikar at velja í.
Hvørt øki í vælverurúminum virkar á ymiskan hátt og kann betra um tína vælveru.
Hitapottar
Í vælverurúminum eru hitapottar við vatnmassasju, ið mýkir vøddarnir. Hitapottarnir rúma umleið 7-8 persónum hvør. Hitin er 38 stig, og tað gevur kroppinum linna og vælveru.
Kaltvatnsøkið
Uttandura er ein kaltvatnspottur, kaltvatnsspann og ein brúsa. Eftir at hava fingið hitaviðgerð hevur tað sera góða ávirkan á likamið at fara í kalt vatn. Tá ið kroppurin brádliga verður køldur niður, geva blóðkørini seg saman, stoffskiftið hækkar, antioxidantar økjast, og verjuskipanin verður styrkt.
Hiti
Dampbað
Tað er týdningarmikið at drekka nóg mikið av vatni, meðan ein er á vælveruøkinum.
Svimjihøllin í Leirvík
Samognarbøur 4
FO-520 Leirvík
Tlf. +298 44 35 55
Kontaktpersónur Elisabeth Hansen, tlf. +298 50 82 26






