Fíggjarætlanin 2026 samtykt

Á býráðsfundi í farnu viku samtykti býráðið í Eysturkommunu fíggjarætlanina fyri 2026. Nakrar broytingar eru í mun til inniverandi ár. Høvuðstølini eru hesi:

Skattaprosent: 19,9

Barnafrádráttur: kr. 9.500,-, og er hetta ein hækking á kr. 500,-.

Mettar inntøkur:                         151.569.000,-

Rakstrarútreiðslur:                   129.539.000,-

Aðrar útreiðslur:                        7.975.000,-

Íløgur:                                             53.400.000,-

Av íløgum fer nógv tann størsti parturin til skúlabyggingina í Leirvík. Verkætlanin gongur væl og fer veruliga at síggjast nakað til hesa byggingina í 2026.

Peningur er settur av til at gera fleiri grundstykkir í Syðrugøtu. Verkætlanin við Niklasmørk er í løtuni í útboði, og vænta vit at fáa tilboðini inn í desember.

Eisini verður arbeitt við einari útbygging á eldraøkinum; eisini har er peningur settur av í 2026.

Av øðrum íløgum kann nevnast, at róðrarneystið verður gjørt liðugt, soleiðis at róðrarfelagið kann samla sína útgerð á einum stað, og verða umstøðurnar mettar at verða á hægsta stigi.

Foreldragjaldið fyri børn á dagstovni hækkar við kr. 200,- um mánaðin. Hetta er millum annað við til at fíggja ein námsfrøðiligan ráðgeva, ið skal verða øllum dagstovnaøkinum til gagns.

Avsláttarskipanin verður tillagað soleiðis, at triðja barnið verður uttan kostnað, og gjalda foreldur sostatt einans fyri 2 børn. Mánaðarliga gjaldið fyri børn á vøggustovu verður kr. 1.800,-, og fyri børn í barnagarði verður gjaldið kr. 1.700,-.

Search by