Neystið í Bug fyribils stongt

Í neystinum í Bug í Leirvík er alment baðirúm og vesi. Hetta tilboðið hevur verið væl brúkt, eitt nú av teimum, ið dyppa í Leirvík, umframt øðrum, ið vitja á sandinum.

Í eina tíð hava fleiri tilburðir av herverki verið inni í neystinum, har ristir og vesikummur hava verið tiptar, vesipappír er brent inni á vesinum o.a.

Hetta hevur tíverri við sær, at neystið verður stongt frá í dag, 20. november. Boðað verður frá, tá neystið er opið fyri almenninginum aftur.

Search by