Eysturkommuna vil við hesum ynskja tykkum hjartaliga vælkomin á festival og til okkara vøkru kommunu. Vónandi fáa tit eina góða og minnisríka uppliving.
Vit vilja samstundis minna á, at tað ikki er loyvt at gista í bili á almennum ella kommunalum økjum, so sum parkeringsplássum, fram við vegum ella á øðrum felagsøkjum. Hetta fyri at tryggja reinføri, trygd og trivnaði hjá øllum – bæði gestum og íbúgvum.
Vinarliga nýtið tey skipaðu gistingartilboðini, ið eru knýtt at festivalinum.
Takk fyri og góðan G! Festival.
Eysturkommuna